Savnsmynd

Fiskaaling á Vísindavøku 2022

Fiskaaling verður aftur í ár á Vísindavøkuni. Møguleiki verður at vitja básin hjá Fiskaaling í kantinuni í Løkshøll tann 23. september og at hoyra ein fyrilestur um mátingar á einum føroyskum gáttafirði.

Tað verður Sandra Ljósá Østerø, sum fer at greiða áhoyrarunum frá afturvendandi kanningum sum Fiskaaling hevur gjørt í eitt heilt ár á Kaldbaksfirði. Fyrilesturin verður í Løkshøll tann 23. september, kl. 12.20.

Harafturat fer Fiskaaling at vísa luttakarunum ymiskar áhugaverdar verur, sum er at finna í sjógvi, td. djóraæti, plantuæti og hvalspýggjur. Eisini verður møguleiki at lesa aldurin á roðslu hjá sjósílum. Komið og vitji básin hjá Fiskaaling, sum er í kantinuni í Løkshøll, frá kl. 9-16 tann 23. september.

--

Eitt ár á einum føroyskum gáttarfirði - Sandra Ljósá Østerø