Hoyrdi tú Barnaútvarpið í morgun?

Hesa vikuna hevur Barnaútvarpið temaviku um rognkelsi og tosk.
Í tveimum sendingum hevur Ása Johannesen, granskari á Firum, greitt frá um rognkelsi og um hví hetta er tann fiskurin henni dámar best. Sendingin varð fyrstu ferð send í 2018.
Í seinnu sending varð m.a. tosað um rognkelsisskjól. Ása greiddi frá, at man nýtti ymisk sløg av plastikkskjólum til rognkelsi. Síðani tá hevur man eisini roynt seg við at nýta livandi tara sum skjól til rognkelsi.
Firum hevur eina virkna granskingarverkætlan, ið hyggur at vælferð, trivnaði, lúsaáti og atburði hjá rognkelsum, sum hava plastikkskjól í mun til livandi taraskjól.
Verkætlanin, Lumpfish and AkvaNest, er gjørd í samstarvi við TARI og Bakkafrost. Les meira um verkætlanina her: https://www.fhf.no/prosjekter/prosjektbasen/901781/
Báðir partar kunnu hoyrast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum:
Fyrri partur 
Seinni partur