Kirstin Eliasen, leiðari á Fiskaheilsudeildini á Fiskaaling, hevði framløgu á ársins Vísindavøku. Myndin er tikin í Norðragøtu tá starvsfólk frá Fiskaaling vóru í ánni og merktu síl.

Lúka 11: Hoyrdi tú framløguna hjá Kirstin Eliasen á Vísindavøkuni?

Kirstin hevur PhD í lívfrøði frá Aarhus Universitet og starvast sum granskari og deildarleiðari á Fiskaaling.
Hon fæst serliga við gransking, ið beinleiðis og óbeinleiðis hevur við laksalýs at gera, so sum rognkelsi og sjósíl.
Framløgan hjá Kirstin Eliasen á ársins Vísindavøku snúði seg um sjósíl í Føroyum. Hon greiddi áhoyrarum frá kanningum av føroyskum sjósílum, hví hendan gransking er umráðandi og hvørja ávirkan alivinnan hevur á føroysku sjósílini.