Lúka 19: Veitst tú, hvussu snild lúsin er?

Fyri granskarar er laksalúsin ein sera áhugaverd vera, m.a. tí hon hevur so góð evni at tillaga seg umstøðurnar hon livir í. Hon hevur fleiri menningarstig og partar av lívinum er hon fríttlivandi í sjónum, meðan aðrar partar av lívinum livir hon á laksi og laksafiski.
Og so er hon so snild! At berjast í móti lúsini, er tí ein kampur, ið helst ikki er møguligur at vinna. Vegurin fram er at skilja lúsina og soleiðis kunna hava tamarhald á lúsastøðuni.
Dømi um snildið hjá lúsini er mótstøðuførið móti kemiskum evnum. Og hetta hevur alivinnan upplivað fleiri ferðir. Tá kemisk evni verða nýtt, gongur ikki long tíð, áðrenn lúsin gert mótstøðufør. Hetta er ein stórur trupulleiki, og tí mugu kemisk evni nýtast við størsta umhugsni.
Lúsin ferðast við streyminum kring allar Føroyar, ið merkir, at um laksalýs á einum fjørði eru vorðnar mótstøðuførar, kunnu tær flyta seg til ein annan fjørð. Tí eigur reglulig umsjón av mótstøðuføri hjá laksalús at skipast soleiðis, at fylgt verður við, hvussu mótstøðuføri mennist.
At gera kanningar fyri mótstøðuføri móti kemiskum evnum er neyðugt og eiga hesar kanningar at verða skipaðar sum ein national yvirvøka, har hugt verður eftir, hvussu mótstøðuføri móti ymisku evnunum mennist, tá nýtslan av kemiskum evnum fer upp – og hvussu mótstøðuføri minkar, tá nýtslan av kemiskum evnum minkar.
Til ber eisini at kanna, í hvønn mun laksalúsin tolir feskvatn, tí feskvatn verður eisini nýtt sum avlúsing.
Í filmsbrotinum sært tú hvussu mótstøðuføriskanningar verða gjørdar. Lýsnar í ovaru skálini eru í reinum sjógvi. Onkrar hava fest seg á skálina og aðrar svimja frítt. Í niðaru skálini eru kemisk evni latin í sjógvin. Í hesum føri sýndu lýsnar ongin tekin um mótstøðuførið.
Á myndini sæst dømi um hvussu mótstøðuførar lýs verða aldar, tá ein og sami viðgerðarháttur verður nýttur. Mótstøðuføri kann í stuttum lýsast sum aling av lýs, ið tola ein viðgerðarhátt betur enn aðrar lýs. Í ringasta føri eru at enda einans lýs eftir, ið tola viðgerðina. Tá hevur viðgerðarhátturin mist sítt virðið, og alivinnan hevur mist eitt amboð at basa lúsini við.