Í góðveðrinum tveir dagar fyrst í juni í ár var Fiskaaling, við vegleiðing frá Sílaveiðufelagnum, og merkti síl í ánni í Norðagøtu

Lúka 23: Visti tú, at Fiskaaling mátar ferðingina hjá sílum?

Í góðveðrinum tveir dagar fyrst í juni í ár var Fiskaaling, við vegleiðing frá Sílaveiðufelagnum, og merkti síl í ánni í Norðagøtu. Tilsamans 240 síl vórðu merkt. Endamálið við verkætlanini er at kanna nær síl í Føroyum ferðast á sjógv og nær tey koma aftur í ánna. Havbúnaðarfelagið fíggjar verkætlanina.

Fatur varð fingið á sílunum við elektrofisking
Í seinasta mánaða vórðu síðani tvær antennuskipanir settar upp í somu á. Hesar skráseta nær merktu sílini ferðast framvið antennurnar. Nakað av byrjunaravbjóðingum hava verið, men nú tykjast tær at vera loystar, og hava skipanirnar longu skrásett tey fyrstu sílini.

Á myndini sæst hvar í Norðagøtu antennuskipaninar standa.
Vanligast er, at síl ferðast á sjógv um vári, tá ið nógv føði er í sjónum, og venda aftur til ánna um heysti, m.a. fyri at gýta. Tískil var ikki væntandi, at nógvar skrásetingar fóru at verða hesa ársins tíð. Tó so, tann ovara antennan hevur longu skrásett 13 ymisk síl. Summi av hesum hava serstakliga nógvar skrásetingar (t.d. sílini 1-4), og liva hesi tí helst einamest nærhendis antennuna. Onnur síl (t.d. sílini 9-13) hava hinvegin heilt fáar skrásetingar. Av hesum sílunum er bert eitt, sum eisini skrásett av niðaru antennuni, ið liggur nærmast sjónum. Hetta er síl nummar 2, ið var 19,9 cm tá ið vit merktu tað niðanfyri niðaru antennuna í juni. Tá ið antennurnar vóru settar upp í november byrjaði ovara antennan beinanvegin at skráseta hetta sílið og gjørdi tað støðugt fram til miðskeiðis í november. 21. november skrásetti síðani niðara antennan sílið, og so var friður til niðara antennan aftur skrásetti sílið tann 26. november. Tó var tað ikki fyrr enn 6. desember at ovara antennan aftur skrásetti hetta sílið, ið javnan hevur verið skrásett av somu antennun síðani. Tískil bendir nógv á, at síl nummar 2 hevur verið ein stuttan svippara á sjónum í tíðarskeiðinum 21. til 26. november.
Hóast tað ikki beinleiðis er endamálið við verkætlanini at kanna hvønn atburð síl í ánni hava, siga úrslitini tó eisini nakað um hetta. Vit síggja m.a., at flest ymisk síl verða skrásett um náttina (Kl 0-5) og seinnapart (Kl 12-17), meðan tað einamest eru tey sílini ið liva nærhendis antennurnar ið verða skrásett fyrrapart (Kl 6-11). Hetta bendir tí á, at sílini hava ymiskan atburð ymiskar tíðir av degnum, og eru minst aktiv fyrrapart. Hetta er í samsvar við aðrar kanningar av sílum ið Fiskaaling hevur framt, og væntandi kenna nógvir sílafiskarir hendan atburð aftur.

Myndin vísir hvussu ofta tey 13 sílini eru skrásett av ovaru antennuni.