Birgitta Andreasen, evnafrøðingur, tekur botnsýnir á einum aliøki

Lúka 7: Visti tú, at Fiskaaling eisini arbeiðir við botndjórafjølbroytni á okkara firðum?

Botndjór liva lutfalsliga leingi og eru støðuføst (stationær), og hava tí ikki møguleika at rýma undan einari møguligari dálking eins og flytfør djór. Summi botndjór eru tó meiri mótstøðufør (tolerant) og klára at liva í einum møguligum dálkaðum botni í langa tíð, meðan onnur eru meiri viðkvom (sensitiv) og vilja hvørva. Hettar merkir, at botndjórakanningar eru eitt sera hent amboð, tí tær kunnu siga nógv um dálkingarstøðið á botninum, alt eftir nøgd og samanseting av botndjórunum.

Í 2018 tóku Fiskaaling og Umhvørvisstovan stig til verkætlanina “Botndjórasamfeløg – eitt føroyskt sammetingargrundarlag” hvørs endamál var at staðfesta, um sýni frá botndjórakanningum kunnu lýsa, hvussu tann natúrliga vistfrøðiliga støðan, t.e. baseline, er í mun til botndjór á føroysku firðunum. Sílk grundleggjandi vitan um føroysku firðirnir er alneyðug, eitt nú í sambandi við árinsmetingar, tí slíkar metingar kunnu einans gerast í mun til hvussu nógv botnurin er broyttur í mun til natúrligu støðuna, sokallað baseline.