Lúka 9: Visti tú, at stóra lutakastið verður í dag?

So upprann endiliga stóri dagurin har vit kasta lut um 10.000 skattafríar krónur. Hetta er fjórða árið á rað, at lutakast verður ímillum teir brævbjálvar, sum sílafiskarar hava sent okkum. Í brævbjálvarnar hava teir koyrt roðslu frá sílum. Við at hyggja at roðsluni undir sjóneyku, ber millum annað til at síggja, hvussu gamalt sílið er, hvussu nógv ár tað hevur livað í feskum vatni, hvussu nógv ár tað hevur verið á sjónum og hvussu ofta tað hevur gýtt - alt vitan, ið er týðandi fyri at kenna okkara sjósílastovn betur.
Havbúnaðarfelagið fíggjar verkætlanini. Tað verður eisini møguligt at senda inn brævbjálvar við sílaroðslu í 2023 og harvið fáa møguleikan at vinna góðan vinning.
Vit stroyma beinleiðis á Facebook kl. 13.
Kontaktpersónur: Kirstin Eliasen