Vitan til varandi aling 2023

Vísindaliga ráðstevnan Vitan til varandi aling verður á Hilton Garden Inn í Tórshavn, fríggjadagin 20. oktober 2023. Tað er Fiskaaling, sum skipar fyri tiltakinum, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna.

Ráðstevnan vendir sær serliga til granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.

Tað er á øðrum sinni, at Fiskaaling skipar fyri Vitan fyri varandi aling. Í 2021 hevði koronastøðan í landinum við sær, at ráðstevnan bleiv stroymd. Tiltakið var væleydnað og afturboðanir vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum, so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit.

Til ráðstevnuna hesa ferð hava fyriskipararnir valt evnini og hava sett seg í samband við granskarar um at halda framløgur. Í framtíðini er ætlanin at heita á áhugaði um at senda uppskot um evni og abstract til framløgur.

Skráin er skipað við trimum blokkum á umleið 2 tímar. Blokkarnir eru:

-           Um lús og fiskavælferð

-           Um veðurlagsavbjóðingar

-           Um búskapar- og samfelagsviðurskifti                

Upplýsingar um tekning, luttakaragjald og neyvari skrá verða kunngjørd í næstum.