Zvonko Mrdalo á Vitan til varandi aling 2023

Zvonko hevur PhD í búskaparfrøði frá University of Aberdeen. Hann starvast sum adjunktur og granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hansara gransking hevur serliga snúð seg um búskaparlig viðurskifti og váðagreiningar í føroysku ali- og fiskivinnuni.

Á ráðstevnuni, sum verður á Hilton Garden Inn 20. oktober, fer Zvonko at greiða frá fíggjarligu gongdini í alivinnuni. Heitið á hansara framløgu er “Analysis of the economic performance of salmon aquaculture in the Faroe Islands.”

Les skránna her: https://fiskaaling.fo/vtva2023/skra