Lúka 9: Visti tú, at Fiskaaling hevur eitt granskingarfar?

Granskingarfarið hjá Fiskaaling, Andrias Reinert, sæst javnan á firðunum, tá granskarar gera kanningar av ymsum slag. Andrias Reinert er væl útgjørdur við krana og rúmligum dekki. Hetta ger at granskarar á Fiskaaling kunnu seta ymiska tunga mátiútgerð út á firðirnar og taka sýni inn á dekkið at viðgera víðari.
Granskingarfarið er navngivið eftir Andriasi Reinert, sála (1934-2019), sum var stjóri á Fiskaaling í tíðarskeiðnum 1974-1995. Higartil í ár hevur VN182 Andrias
Reinert verið úti á 23 rannsóknartúrum, og túrarnir fevndu m.a. um mátingar av hita og iltinnihaldi í sjónum, streymmátingar, innsavning av planktonsýnum og botnsýnum. Tveir túrar verða gjørdir afturat í desember.